Eingin skal nakrantíð verða útsettur fyri politiskum harðskapi ella drápi. Samfelagið eigur og skal byggja á virðing fyri lívinum, frælsinum at hava meiningar og tryggar karmar fyri øllum at kunna siga sína hugsan, og harðskapur brýtur alt, vit standa fyri. Søgan vísir, tíverri hvussu politisk morð hava rakt bæði á høgru og vinstru.
Í USA varð forseti John F. Kennedy myrdur í 1963, og borgararrættindaleiðarin Martin Luther King Jr. varð myrdur í 1968. Í Skandinavien má nevnast Olof Palme, svenski forsætisráðharrin, sum varð myrdur í 1986. Slíkar hendingar skakaðu heil samfeløg og vórðu orsøk til sorg, ótta og djúpar politiskar gjógvar.
Í dag síggja vit eitt líknandi rák, serliga í USA, men eisini Europa, har polarisering og sosialir miðlar hava gjørt gjógvina millum fólk stóra. Fólk gevur hvørjum øðrum skuldina fyri samfelagsligar og politiskar trupulleikar, og ofta síggja vit, at summi gleðast yvir syrgiligar og ólukkuligar hendingar, sum átti at skapt samkenslu og ábyrgd, men tað er jú “mótparturin”.
Fólk hava eina sterka rødd og rættin at mótmæla, og hetta gevur mangan úrslit. Tó síggja vit, at hesu mótmæli fleiri ferðir blíva meira og meira harðskapskend, við at mótmælisfólkini fara ov langt og bróta sømilig mørk – sum tá ið US Capitol varð álopið 6. januar 2021, tí man ikki vildi viðurkenna at vali var tapt ella seinastu vikurnar, tá ið “Free Palestine”-viðhaldsfólk etapu eftir etapu hava lopi á í “Vuelta a España” og hava sett bæði súkklarir og starvsfólk í vanda, hetta fyri at staðfesta ein boðskap. Hetta er ikki rætti hátturin og eigur man at virða lógir og demokrati, hóast man brennur fyri einari sak.
Vit síggja eisini í Føroyum harðan og illa hugsaðan boðskap á sosialum miðlum ímóti almennum persónum. Tað er ikki ein rættur háttur at bera seg fram við hóttanum og niðrandi talu – pláss skal vera fyri at vera ósamdur og hava sterkar meiningar, men ein virðilig linja má og skal haldast. Sosialir miðlar og polariserandi retorikkur hava týdning fyri, hvussu ung menniskju hugsa, læra og handla, og tí er týdningarmikið at leggja dent á kritiska hugsan, virðing og samkenslu.
Polariserandi retorikkur er ofta stýrt av “vit ímóti teimum”- hugsanum, svart/hvítt og sterkum kenslum sum ótta ella illvilja. Slíkt undirgravar álit millum fólk og kann skapa ekstrem hugskot. Tað merkir ikki, at vit skulu steðga frælsi til ytring, men vit mugu duga at bera okkum sømuliga at og skilja, hvussu orð og politikur ávirka samfelagið, soleiðis at harðskapur og tað ekstrema ikki fær fótafesti.
Samfelagið styrkist ikki av ótta ella hatri, men av, at vit byggja uppá felagsskapin við virðing og samkenslu. Tær samfelagsligu gjógvurnar sum vit síggja í dag, skulu minkast og um vit øll gera okkara og halda fast við hesum grundarvirðum har vit virða ymiskleikum, frælsi, demokrati og samkenslu so kunnu vit minka um hesa hatursfulla spjaðandi gongdina vit síggja í dag.