Mikkjal K. Thomassen mátti bíða heilt til 96. minuttin fyri at síggja lið sítt, AIK Stockholm tryggjað sær ein 2-1 sigur á Brommapojkarna á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.
Fagnaðurin var risastórur á heimafjøldini, tá Kevin Filling stútaði bóltin í netið í 96. minutti. Thomas Poppler Isherwood legði AIK á odda við einum stútara 10 minuttir undan steðginum. Tá 64 minuttir vóru leiktir javnaði útiliðið til 1-1.
AIK er triðfremst í deildini við 43 stigum. AIK hevur trý stig upp til Hammarby, ið er næstfremst í deildini við 46 stigum. Mjällby er langt fremst við 56 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Brommapojkarna 2-1 (1-0):
##med2##