Hetta vóru boðini frá valmyndugleikanum í landinum, sambært tíðindastovuni AFP.
Hetta var tí, at einki valevni hevði fingið meira enn 50 prosent av atkvøðunum á valinum fríggjadagin.
Annað umfar verður fríggjadagin 5. juli.
Við yvir 24 milliónum atkvøðum taldar, stóð nýskipanarvinarligi tinglimurin og fyrrverandi heilsumálaráðharrin Masoud Pezeshkian á odda við yvir tíggju milliónum atkvøðum.
Beint eftir hann kom tann sera konservativi Saeed Jalili við yvir 9,4 milliónum atkvøðum.
Tað vísa fyribils úrslit, sum innlendismálaráðið í landinum hevur almannakunngjørt, sambært tíðindastovuni Reuters.
/ritzau/