Ein amerikansk sendinevnd hevur vitjað í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, og millum gestirnar vóru eitt nú fýra amerikanskir senatorar.
Boðskapurin var greiður - virðing fyri Grønlandi og grønlendskum sjálvræði og avgerðarrætti. Nú skal álitið byggjast uppaftur, var niðurstøðan.
Endamálið við ferðini var at vísa Grønlandi stuðul og at hitta politisku leiðsluna í Grønlandi.
Eftir at sendinevndin í morgun hevði hitt grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen, varð tíðindafundur hildin á Hotel Hans Egede.
Her greiddu senatorar frá um endamálið við vitjanini, og amerikansku umboðini høvdu ein greiðan boðskap til grønlendska fólkið.
Bæði Frakland og Kanada hava seinastu tvær vikurnar latið upp konsulát í Nuuk, og stjórnirnar í báðum londunum hava víst Grønlandi sín fulla stuðul.
Grønlendska kringvarpið - KNR - hevur gjørt burtur úr tíðindafundinum á sínari heimasíðu seinnapartin í dag.
Lesast kann um sjálvan tíðindafundin í Nuuk á hesi leinkju - https://www.knr.gl/da/nyheder/fire-amerikanske-senatorer-i-nuuk-groenland-er-vores-ven-venskaber-bygger-paa-tillid











