Seyðahundakapping var í Saksunardali leygardagin

Tað var stórur spenningur, um nakað óvæntað úrslit mundi verða aftur hesaferð, men so varð, sum so, ikki.

Fimta kvalifikatiónskappingin var í Saksunardali leygardagin. Tað var stórur spenningur, um nakað óvæntað úrslit mundi verða aftur hesuferð, men so varð, sum so, ikki. Tummas Jacobsen vann aftur við Moss og Tummas fekk eisini annað plássið. Triðja plássið fekk Jónstein Petersen við Kvikk. Annað og triðja plássið var kanska eitt sindur óvæntað, tí hettar eru bestu úrslitini, hjá hesum báðum hundunum, higartil. Meg fekk silvur og Kvikk fekk bronsu.

Nú verður ein væl uppiborin vetrar støðgur hjá hundunum, eftir 5 kappingar í okt. og nov. Áðrenn hesar kappingarnar vórðu hildnar, hava hesir hundarnir gingið heystfjøllini.

Kappingarnar byrja aftur í vár, tá ið endaliga avgerðin fellur hvør skal umboða Føroyar til EM og HM

Hesi fingu stig, og tit síggja her hvussu verður dømt. Ein kann í mesta lagi fáa 110 stig.

 

##med2##