Sílið sigraði sannførandi

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Ørnin úr Sandavági var næst á mál

Í fjør tað Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, sum vann FM í hesi kappingini, og kappingin á norðoyastevnu kundi bent á, at tað verður ilt hjá hinum bátunum at taka Sílið, sum í dag vann sannførandi sigur.

 

Fyrstu 250 metrarnar var tað rættiliga javnt millum bátarnar. So vann Sílið vann seg undan hinum, og meiri enn eina bátslongd á odda. Tá ið bátarnir fóru um málið, var Sílið meiri enn tvær bátslongdir undan hinum bátunum.

 

Havnar Róðrarfelag eigur tríggjar av teimum fýra bátunum, sum komu fyrst á mál. Men tað var Ørnin úr Sandavági, sum fór um málstrikuna undan Drekanum og Skansanum, sum er nýggjur bátur hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Spógvin hjá Krppróðrarfelagnum NSÍ vann sera spennandi kapping um fimta plássið ímóti Heyki úr Hósvík. Tistil hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag var undan Snøbjørn úr Hvalba, sum var við fyri fyrstu ferð.

 

 

 

1 Sílið 05.35.38

 

2 Ørnin 05.41.23

 

3 Drekin 05.44.12

 

4 Skansin

 

5 Spógvin

 

6 Heykur

 

7 Tistil

 

8 Snæbjørn