Sílið svam frá Ørnini

Kappróður gentur 14 – 16 ár: Sigurin var tó ikki so sannførandi, sum hann var í fyrstu FM kappingini

Sílið úr Havn vann á norðoyastevnu kappingina millum gentur 14-16 ár. Tá var sigurin rættiliga sannførandi og aftur í dag vóru tað stinnu genturnar umborð á Sílinum, sum vóru tær bestu.

 

Í dag var kappingin størri, enn hon var á norðoyastevnu. Tá vóru tað knappliga seks sekund frá Sílinum og aftur til Ørnina, og í dag vóru tað minni enn fimm sekund frá Sílinum og aftur til Ørnina.

 

Sammett við á norðoyastevnu so vóru tær úr Sandavági heilt treiskar í dag. Tær hingu leingi í Sílinum, men eitt sindur áðrenn tað var farið undir endaspurtin, sleit Sílið seg leyst og á málinum var sigurin sera sannførandi.

 

Tveir bátar hjá Havnar Róðrarfelag kappaðust um triðja plássið Ta kappingina vann Drekin, sum bara hevði stavnin undan Skansanum.

 

5 MF GENTUR 14-16 ÁR

 

Nr BátanavnTíðMunurStigKort
1 Sílið (HR)05:21.26+00.007 
2 Ørnin (SÍF)05:26.11+04.856 
3 Drekin (HR)05:33.33+12.075 
4 Skansin (HR)05:33.39+12.134 
5 Heykur (HVR)05:35.29+14.033 
6 Spógvin (NSÍ)05:43.46+22.202 
7 Tistil (FSR)05:46.03+24.771 
8 Jallurin (RK)05:51.12+29.860 
9 Snæbjørn (HSK)06:02.13+40.87 

0

 

 

 

 

 

 

5 MF GENTUR 14-16 ÁR - STØÐAN Í FM

 

Nr BátanavnStigKort
1 Sílið (HR)14 
2 Ørnin (SÍF)12 
3 Drekin (HR)10 
4 Skansin (HR)8 
5 Heykur (HVR)5 
6 Spógvin (NSÍ)5 
7 Tistil (FSR)2 
8 Jallurin (RK)0 
9 Snæbjørn (HSK)0