Silver League: Dysturin Føroyar-Ísrael verður uttan áskoðarar

Íslendska løgreglan bindir um heilan fingur

Fríggjakvøldið tapti føroyska manslandsliðið í flogbólti 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi í fyrsta dystinum í Silver League, ið var leiktur í Kópavogi.

 

Seinnapartin klokkan 17 spæla Føroyar annan dystin í Silver League í Kópavogi, og talan verður um serligar umstøður.

 

Dysturin verður móti Ísrael. 

 

Av trygdarávum hevur íslendska flogbóltssambandið - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðarar.

 

Tað sama er galdandi fyri dystin millum Ísland og Ísrael, sum verður leiktur í morgin klokkan 16.

 

Altjóða veddingarfyritøkur hava Ísrael sum ein risastóran favoritt at vinna á Føroyum.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Ísrael eru so lág sum 1,01.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru so høg sum 13,27.