Silver League: Føroyar vunnu 3-0 á Íslandi

Manslandsliðið í flogbólti hevur vunnið fyrsta dystin í Silver League

Flogbólts-Føroyar kunnu fegnast. Fyrsti sigurin í Silver League er veruleiki.

 

Dysturin í høllini á Hálsi millum Føroyar og Ísland er júst liðugur, og hóast Ísland hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, so eydnaðist tað Føroyum at vinna ein flotta 3-0 sigur á Íslandi. Í fyrsta og øðrum setti leikaði tað javnt á, men í triðja settinum vunnu føroyingar sannførandi.

 

Føroyar-Ísland 3-0 (26-24, 25-23 og 25-19) - 3. dysturin í Silver League.

 

Farna vikuskiftið taptu Føroyar tepurt 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi í Kópavogi.

 

Sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar móti Eysturríki í høllini á Hálsi, og so er at vóna, at flogbólturin fær sítt "Landskrona".

 

Í morgin klokkan 17 spæla Ísland og Eysturríki í høllini á Hálsi. 

 

Ísrael er fremst í bólkinum við seks stigum fyri tveir dystir. Føroyar og Ísland hava trý stig hvør. Har hava Føroyar betur settmun við 4-6, meðan Ísland hevur 3-7.

 

Eysturríki hevur einki stig, men teir hava enn ikki leikt tann fyrsta dystin í kappingini.