Silver League: Greitt tap fyri Eysturríki

Tað gjørdist aftur talan um 0-3 tap móti Eysturríki

Mynd: FBF

Seinnapartin hevur føroyska manslandsliðið í flogbólti spælt móti Eysturríki í Silver League á útivølli í Eysturríki.

 

Eins og í dystinum millum liðini í høllini á Hálsi var greiður munur á liðunum, og tað endaði aftur hesaferð við einum 3-0 sigri til eysturríkarar.

 

Eysturríki-Føroyar 3-0 (25-14, 25-14 og 25-15) - Dystur í Silver League.

 

Eysturríki er fremst í bólkinum við 13 stigum, og Ísrael er nummar tvey við 12 stigum. Føroyar eru nummar trý við trimum stigum, og Ísland er nummar fýra, somuleiðis víð trimum stigum. Føroyar hava settmunin 4-12, meðan Ísland aftaná seks leiktar dystir hevur settmunin 3-16.

 

Í morgin klokkan 15 spæla Føroyar seinasta dystin í kappingini móti Ísrael niðri í Eysturríki.

 

Okkara settmunur gerst í ringasta føri 4-15, og tí enda Føroyar á triðja plássinum í bólkinum.

 

 

 

 

 

Mynd: FBF