Silver League: Ísland er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á Silver League dystin millum Føroyar og Ísland

Mynd: FBF

Føroysku manslandsliðið í flogbólti skal leika fyrsta dystin í Silver League í kvøld klokkan 19 í Íslandi.

 

Fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi.

 

Hin dysturin á hesi ferðini verður ímóti Ísrael. Tann dysturin verður leygardagin klokkan 15.

 

Sunnudagin leika Ísland og Ísrael. Av trygdarávum hevur íslendska flogbóltssambandið - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðarar.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin millum Føroyar og Ísland, og hevur Ísland eina greiða favorittstøðu hjá hesum 11 veddingarfyritøkunum.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 4,46.

 

Miðaloddsini upp á íslendskan sigur eru 1,17.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

 

 

Mynd: FBF