Silver League: Kvinnulandsliðið tapti 0-3 fyri Georgia

Komandi vikuskiftið spæla føroysku kvinnurnar tveir dystir í Luksemborg

 

Mynd: FBF

Tað eydnaðist ikki føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti at vinna nakað sett í tveimum teimum fyrstu dystunum í Silver League niðri í Montenegro.

 

Ígjár taptu føroysku kvinnurnar 0-3 (13-25, 10-25 og 15-25) fyri Georgia, og í dag taptu føroysku kvinnurnar 0-3 fyri Georgia.

 

Frægast gekk í triðja settið, har føroysku kvinnurnar fingu 19 bóltar í gólvið hjá Georgia.

 

Georgia-Føroyar 3-0 (25-16, 25-13 og 25-19) - 2. dystur í Silver League.

 

 

 

Eftir hetta fyrsta umfarið í Silvurliguni fara føroysku kvinnurnar til strandarbýin Budva, har tær vera á venjingarlegu nakrar dagar.

 

Ítróttarliga og fíggjarliga er hetta nevniliga ein betri loysn enn at ferðast heimaftur til Føroya, tí longu hósdagin 23. mai skulu kvinnurnar vera í Luksemborg, har næsta umfarið í Silver League verður.

 

Í Luksemborg leika kvinnurnar fyrsta dystin fríggjadagin 24. mai klokkan 17 ímóti Luksembourg. Dagin eftir leika tær ímóti Ungarn klokkan 17, og ferðast síðani heimaftur sunnudagin 25. mai.

 

 

 

 

 

Mynd: FBF