Silver League: Manslandsliðið tapti greitt fyri Ísrael

Tað var greiður munur í Kópavogi

 

Føroyska manslandsliðið í flogbólti hevur spælt annan dystin í Silver League á ferðini í Íslandi.

 

Í Kópavogi frammanfyri einari tómari høll uttan áskoðarar taptu Føroyar greitt 0-3 fyri Ísrael.

 

Ísrael-Føroyar 3-0 (25-11, 25-12 og 25-13) - 2. dysturin í Silver League.

 

Ígjár taptu Føroyar 1-3 (21-25, 26-24, 22-25, 25-27) fyri Íslandi. 

 

Komandi vikuskiftið spæla Føroyar tveir dystir á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn.

 

Komandi fríggjakvøld 19 spæla Føroyar móti Íslandi, ið okkara menn taptu tepurt fyri í Kópavogi ígjár. 

 

Sunnudagin 26. mai klokkan 17 spæla Føroyar móti Eysturríki.