Silver League: Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 12,40

Her eru oddsini upp á dystin millum Finnland og Føroyar

Í kvøld klokkan 19 spæla Finnland og Føroyar dyst í Silverliguni í flogbólti hjá kvinnum í høllini á Hálsi í Havn.

 

Eftir ætlan skuldi eisini Bosnia-Hersegovina vera við í kappingini, men stutt eftir lutakastið tók landið seg úr kappingini. Tí hevur Bosnia-Hersegovina eisini tapt allar sínar seks dystir 3-0; m.a. tann ímóti Føroyum. 


Tað merkir so eisini, at bara ein dystur verður leiktur í Føroyum á hesum sinni; nevnliga dysturin í kvøld.

 

Finnland er risastórur favorittur hjá trimum altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin. 

 

Finnland hevur eisini fulla úrtøka: 15 stig fyri fimm dystir, meðan Føroyar hava trý stig móti Bosnia-Hersegovina. Hinar fýra dystirnar hava Føroyar tapt. 

 

Miðaloddsini upp á sigur til Finnland eru so lág sum 1,01.

 

Miðaloddsini upp á sigur til Føroyar eru so høg sum 12,40.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##