Velta 20% av eplunum sjálv

Føroyingar brúka 3.000 tons av eplum um árið, og 600 tons verða velt í Føroyum

Samlaða eplanýstlan hjá føroyingum er umleið 3.000 tons um árið, og savnaða føroyska framleiðslan er 600 tons – ella umleið 20% av savnaðu nýtsluni. Tað kemur fram í einum svari frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni í búnaðarmálum, upp á ein §52a fyrispurning frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni. Fyrivarni skulu tó takast fyri, at tølini eru umleið tíggju ára gomul.

 

Í svarinum sæst eisini, at skulu vit velta so nógv epli í Føroyum, at okkara egna framleiðsla nøktar allan tørvin, skulu umleið 430 tons av seteplum setast niður. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at arbeitt verður við at gera nýggjan landbúnaðarpolitikk, har dentur verður lagdur á, hvussu vit kunnu økja føroyska grønmetisframleiðslu, og at arbeitt eisini verður við átøkum at bøta um matvørutrygdina í Føroyum yvirhøvur.