Silver League: Taptu 0-3 fyri Luksemborg

Í morgin spælir kvinnulandsliðið móti Ungarn

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur enn til góðar at vinna eitt sett eftir tríggjar teir fyrstu dystirnar í Silver League.

 

Í kvøld spældu føroysku kvinnurnar móti Luksemborg í Luksemborg.

 

Heimaliðið vann ein greiðan 3-0 sigur. Frægast gekk í fyrsta settinum, har føroysku kvinnurnar fingu 21 bóltar í gólvið hjá Luksemborg.

 

Luksemborg-Føroyar 3-0 (25-21, 25-17 og 25-17) - 3. dysturin í Silver League.

 

Í morgin klokkan 17 spælir føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í Silver League á ferðini í Luksemborg.

 

Dysturin verður móti Ungarn, ið higartil í kappingini hevur vunnið 3-0 á Íslandi og 3-1 á Lettlandi.