Silver League: Taptu greitt fyri Eysturríki

Flogbólturin fekk ikki sítt "Landskrona" í dag

 

Aftaná góða 3-0 (26-24, 25-23 og 25-19) sigurin á Íslandi í Silver League í høllini á Hálsi fyrrakvøldið skuldi føroyska manslandsliðið í flogbólti royna seg móti Eysturríki í dag.

 

Flogbólturin fekk ikki sítt "Landskrona". Eysturríki vann ein greiðan 3-0 sigur. 

 

Tað gekk frægast í tí fyrsta settinum, men munurin var greiður í øllum trimum settunum.

 

Føroyar-Eysturríki 0-3 (18-25, 16-25 og 13-25) - 4. dysturin í Silver League.

 

Eysturríki og Ísrael eru fremst við seks stigum hvør fyri tveir dystir. Føroyar og Ísland hava trý stig hvør fyri fýra dystir. Føroyar hava betri settmun enn Ísland og eru tí nummar trý í bólkinum.

 

Fríggjadagin 7. juni spæla Føroyar móti Eysturríki í Eysturríki, og dagin eftir, leygardagin 8. juni spæla Føroyar móti Ísrael.