Silver League: Taptu tepurt fyri Íslandi

Aftaná fýra jøvn sett var Ísland omaná

Mynd: FBF

Føroyska manslandsliðið er í hesum døgum í Íslandi fyri at spæla dystir í Silver League móti Íslandi og Ísrael.

 

Í kvøld spældu manslandsliðið móti vertunum úr Íslandi.

 

Føroyar máttu lúta 1-3, men tað var ikki stórur munur í nøkrum setti. Ísland vann fyrsta sett og føroyingar vunnu annað sett. Í fjórða settinum vann Ísland sera tepurt.

 

Føroyar-Ísland 1-3 - 21-25, 26-24, 22-25, 25-27 - fyrsti dysturin í Silver League.

 

Í morgin klokkan 15 spæla Føroyar móti Ísrael. Av trygdarávum hevur íslendska flogbóltssambandið - BLÍ - saman við íslendskum myndugleikum gjørt av, at dystirnir hjá Ísrael verða uttan áskoðarar.

 

Annað umfar hjá manslandsliðnum í Silver League verður leikt í Føroyum 24. - 26. mai í høllini á Hálsi í Havn. Her leika menninir aftur ímóti Íslandi fríggjadagin 24. mai, og ímóti Eysturríki 26. mai.

 

 

 

Mynd: FBF