Tú kanst saktans vera fyri vindmyllum og viðurkenna tað, at vit koma at brúka olju og gass í nógv ár afturat.
Soleiðis sigur Ben Arabo, nýggja valevnið hjá Javnaðarflokkinum, tá vit spyrja hann, um hann tekur undir við grøna profilinum hjá Javnaðarflokkinum, tá hann hevur eina fortíð í oljuvinnuni.
– Sjálvbjargni í orku og bílig orka er altíð eitt gott mál hjá einum javnaðarflokki at hava. Men tað skal eisini vera bílig orka. Og tað skal vera sjálvbjargni. Tað eru nógv fín ting sum jarðhiti o. a., men tað er ikki nakað, sum man kann proklamera seg til, sigur Ben Arabo.
– Eg havi annars átt elbil síðani 2018. Vit hava tveir bilar, ein diesel og ein elbil. Og í 2018 vóru ikki nógvir elbilar, so vit eru »early adopters«, sum sagt verður, sigur hann skemtandi og leggur afturat, at tey í fjør skiftu elbilin út við ein nýggja elbil.
Spurdur hvørji hjartamál hann hevur, nú hann bjóðar seg fram á løgtingsvalinum, sigur hann, at búskaparligt haldføri er eitt av sínum hjartamálum.
– Eg vil fegin fokusera upp á endamálið við vælferðarsamfelagnum, tað er tað sum vit gera í sjúkrahúsverkinum, barnaansing, skúlunum og so framvegis. So hava vit nøkur amboð at røkka endamálinum. Tað er at krevja skatt inn, hava umsiting, reglar og lógir sum fremja endamálið. Vit mugu ikki blanda amboð og endamál. Vit mugu altíð hava endamálið í fokus og gera amboðini soleiðis, at vit røkka endamálinum, sigur Ben Arabo.
Hann sigur, at tað skal vera so stutt sum møguligt frá borgara upp til toppin.
– Pengarnir hjá borgarunum skulu brúkast so nær borgarunum sum gjørligt. Ja, vit skulu eitt sindur aftur til røturnar í vælferðarsamfelagnum, sigur Ben Arabo.
Hann sigur, at vit kunnu ikki nýskapa vælferðartænastur burtur.
– Men hvussu ætlar tú so at gera?
– Tað kundi verið við at foreinkla ting. Eitt dømi er, tá vit innføra nýggj ting. Vit hava til dømis fingið eina umhvørvisfyristiing, og tað er fínt.
– Men vit lúka ikki út í tí gamla. Tað vil siga, at um vit hava umhvørvisfyrisiting og fastahalda tær gomlu friðingarnevndinar og yvirfriðingarnevndina, sum eru settar eftir lóg frá 1970. Og tað ger ironiskt tað, at tað grøna orkuskiftið steðgar upp. Tað síggja vit, tí tað verður bíðað í fleir ár eftir avgerðurm.
– Har skuldu vit bara havt ein stovn, sum tók støðu í umhvørvismálum, og so ein kærumøguleika. So avtóku vit hesar gomlu stovnarnar. Vit hava sorinsekrivara sum føddan formann í nevndini, tað ber jú ikki til, heldur Ben Arabo.
Nýggja valevni á listanum hjá Javnaðarflokkinum sigur, at hann trýr uppá, at tey í Javnaðarflokkinum hava gott av at fara aftur til røturnar.
– Fyri at minna okkum á, hví vit hava eitt vælferðarsamfelag.
– Vit hava vælferðarsamfelagið fyri tey gomlu, tey sjúku og tey veiku, og fyri okkara børn og ungdóm, ið skulu kunna nema sær ta útbúgving og læring sum evni og hugur røkka til, sigur hann og vísir á, at tað millum annað er at veita vælferðartænastur sum t.d. fría sjúkraviðgerð, pensiónsveitingar, eldrarøkt og fría skúlagongd eru endamál í vælferðarsamfelagnum.
– Tað mugu vit ikki gloyma. Skattainnkrevjing, regulering og umsiting annars eru amboð fyri at røkka teimum vælferðarendamálum, sum vit hava avgjørt at vit skulu hava, sigur Ben Arabo.
– Nú ert tú vorðin kendur sum formaður í nýskipanarbólkinum hjá løgmanni. Skulu alment lønt starvsfólk verða bangin fyri tær?
– Nei, tað hugsi eg als ikki. Tað snýr seg ikki um at senda fólk til hús, men at gera nýskipanir, so vit brúka tilfeingið øðrvísi.
– Tað er týdningarmikið at hesi amboð rigga væl við eldhugaðum fólki, ið fáa alt at bera til hvønn dag. Tað hava vit tíbetur, men vit mugu ikki blanda amboð og endamál.
– Endamálið má altíð setast fremst, og amboðini skulu gerast, so vit best røkka endamálinum. Umsiting má ongantíð gerast eitt mál í sær sjálvum, sigur hann.
Ben Arabo er 52 ára gamal. Hetta er fyrstu ferð at hann er politiskt virkin og stillar upp.
– So skal tað verða, so skal tað verða nú, sigur hann.
Hvar plaserar tú teg, ert tú á tí borgarliga veinginum í Javnaðarflokkinum.
– Jú Javanaðarflokkurin livur av at umforedeila og hevur nakrar tankar um, hvussu virðini skulu umfordeilast, so tey veiku verða loftað.
– Tað krevur, at man hevur eitt gott forstáilsi fyri, hvar hesi virðini verða skapt, og at man ger eitt samfelag, har tað skal vera nemt at skapa virði, so vit fáa eitt fjøltáttað vinnuliv við nógvum arbeiðsplássum, so vit gera tað áhugavert fyri tey ungu og at stimbra ungar íverksetarar.
– Tað er eingin ansøgn í tí. Sjálvandi hevur man sum javnaðarmaður gott forstáilisi fyri, hvar virðini verða skapt í samfelagum. Tí tað gevur ikki meining at umfordeila virði, um man ikki hevur forstáilsi fyri hvussu tey verða skapt, sigur Ben Arabo.
– Eg havi altíð verið áhugaður politiskt, og eg trúgvi fult og fast uppá, at vit kunnu hava heimsins besta vælferðarsamfelag, bara vit skipa okkum ordiligt.
Eg havi búð nokkso nógv ár uttanlands. Í Danmark, sum so nógv onnur, og í Bretlandi, har eg havi búð longst uttan fyri Føroyar. Eg búði eisini frá 2009 til 2010 í Jakarta í Indonesia. Nakað sum var øgiliga gevandi í allar mátar.
– Tá man hevur búð ymsa staðni og sæð, hvussu tingini rigga – ella oftani ikki rigga, so lærir man at seta prís uppá tað vælferðarsamfelag, sum vit hava í Føroyum. Vit hava tað gott, og kunnu vera errin av okkara samfelag, men nógv kundi verið uppaftur betri.
Her má nýskipan til, sigur Ben Arabo, sum samstundis sum hann stillar upp til løgtingsvalið leggur frá sær sum formaður í Nýskipanarnevndini.
– Men eg ætli mær ikki so langt. Um eg verði valdur, fari eg hinumegin borðið og gerist partur av politisku skipanini, ið fer at fáa tilmælini frá Nýskipanarnevndini, og har skal mín partur ikki liggja eftir, lovar hann.
Hann heldur, at tað er umráðandi, at vit halda fram við tí nýskipanararbeiði, ið skjøtil bleiv settur á í fjør. Vit hava hall á fíggjarlógini í bestu tíðum, og tað er sjálvsagt, at tað kann ikki halda fram.
– Vit mugu arbeiða fyri at mest møguligt av almennum pengum verður brúkt so nær borgarnum sum møguligt, og vit mugu syrgja fyri at tað er so stutt sum møguligt frá borgarnum upp til ovasta myndugleika, við so fáum løgum sum møguligt, sigur nýggja valevni hjá Javnaðarflokkinum millum annað.











