Enn hevur tað ikki riggað hjá Samuel Chukwudi og liðfeløgunum í SJK Seinäjoki at skjóta mál ella fáa stig á útivølli.
Í dag tapti SJK annan dystin á rað á útivølli. Hesaferð gjørdist talan um ein 0-2 ósigur fyri TPS, ið skoraði eitt mál í hvørjum hálvleiki.
SJK er nummar seks í deildini við trimum stigum fyri tríggjar dystir.
Komandi fríggjadag klokkan 17 hevur SJK dyst á heimavølli móti Jaro.











