Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni takkar fyri seg!

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni hevur virkað síðan 1993 sum ein sjálvstøðug eind.

 

Í 2018 tók eg yvir og havi verið leiðari og viðgeri í sjúkrabilinum síðan.

 

Hesa seinastu tíðina havi eg roynt at samráðst við Landssjúkrahúsið fyri at fáa eina avtalu í lag, sum vit kunnu liva við, men hetta bar tíverri ikki á mál.

 

Leiðslan á Sjúkraflutningstænastuni hevur valt at taka sjúkrabilin til Havnar, so Havnin verður dekkað við tveimum bilum. Hetta verður longu gjørt hin 31. mai 2024.

 

Sostatt hevur Sandoyggin ongan sjúkrabil eftir 30. mai 2024.

 

Framyvir kemur sjúkrabilur úr Havnini at taka sær av Sandoynni. Hvussu hetta fer at rigga, má tíðin bara vísa.

 

Eitt er heilt sikkurt. Tíðin tað hevur tikið okkum at koma á staðið og tíðin, tað tekur at fáa bil úr Havnini, fer ikki at kunna samanberast.

 

Tíðin hevur alt at siga fyri sjúklingin!

 

Eg vil hervið nýta høvi at takka fyri okkum á Sandoyar Sjúkraflutningstænastu og siga stóra takk til mínar starvsfelagar fyri tíðina, vit hava havt saman.

 

Vinarliga

Friðfinn Nicolajsen

Leiðari fyri Sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni