Sjúkrahúsini eru ein felags ábyrgd og ikki ein marknaður

Heilsuverkið er ein av grundsúlunum undir okkara vælferðarsamfelagi, sum byggir á eitt einfalt og rættvíst prinsipp: At øll fólk hava líka rætt til góða viðgerð – uttan mun til inntøku, bústað ella sosiala støðu.

 

Í einum lítlum samfelag sum okkara er hetta prinsippið serliga týdningarmikið. Av tí at vit eru fá, eru vit enn meira bundin hvørt at øðrum, og hvør einstakur hevur enn størri samfelagsvirði. Vælferðin er ikki bara ein skipan – hon er ein felags trygging.

 

Onkur hevur í valstríðnum rikið uppundir at privatisera heilsutænastur. Hetta eiga vit at taka í størsta álvara og seta okkum spurningin: Hvørja leið vilja vit, at føroyska heilsuverkið skal fara?

 

Í stórum londum kann samskapan millum almennar og privatar heilsuskipanir onkuntíð geva meining. Men í einum lítlum samfelagi er støðan ein onnur. Vit hava avmarkaða nøgd av heilsustarvsfólkum og avmarkaða fíggjarorku.

 

Vit síggja hetta longu í fleiri londum: Tað almenna útbúgvir heilsustarvsfólk, sum privatir veitarar av heilsutænastum lokka við betri arbeiðstíðum og hægri løn. Hettar ger, at almenna skipanin fær truplari við at halda uppi einum javnbjóðis og breiðum heilsuverki. Tí blíva fólk ónøgd við heilsuverkið. Tey sum hava ráð, keypa sær fleiri privatar heilsutænastur – og kavabólturin rullar víðari.

 

Í Føroyum hevði ein slík gongd verið serliga álvarslig. Vit eru ein lítil arbeiðsmarknaður, og klúgva vit hann sundur millum eina almenna og eina privata skipan, fer tað at gera heilsuverkið nógv veikari.

 

Tá heilsutænastur verða privatiseraðar, missir fólkaræðið í stóran mun møguleikan at taka avgerðir. Politiska ábyrgdin kámast, gjøgnumskygnið hvørvur og tað verður marknaðurin sum raðfestir. Tey, sum vilja síggja eitt ræðudømi um privatar heilsutænastur, kunnu hyggja at USA. Har fer fleiri ferðir so nógvur peningur til heilsutænastur sum her, men góðskan er yvirhøvur verri, livialdurin er munandi lægri, og heilt nógv fáa ongar veruligar heilsutænastur.

 

Heilsutænastur eru ikki ein vøra. Tað eigur at vera ein rættur, einki annað!

 

Tí er okkara fremsta politiska uppgáva at styrkja almenna heilsuverkið og tryggja, at vit eisini í framtíðini hava eitt heilsuverk, sum tænir øllum borgarum.

 

Í Føroyum hava vit altíð bygt okkara vælferðarskipan á samhaldsfesti og felags ábyrgd. Tí blivu vit so sterk sum samfelag, hóast vit eru so fáment. Tann grundreglan eigur eisini at galda fyri heilsuverkið. Altíð!

 

Tí eri eg av teirri avgjørdu sannføring, at kjarnan í føroyska heilsuverkinum skal vera sterk, almenn og felags fíggjað – og hon skal so avgjørt vera fyri øll.

 

Tað kanst tú tryggja við at velja ein sterkan Javnaðarflokk.

 

Gev mær tín kross!

 

 

Margit Stórá, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið