Myndamaður okkara var við, tá Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale í dag vóru á vali. Anna Falkenberg í Hoyvík, har hon býr, og Sjúrður Skáli á Hálsi í Havn, har hann býr.
Tey bæði vóru vald á valinum seinast. Anna Falkenberg fekk 2.971 atkvøður, og Sjúrður Skaale fekk 3.806 atkvøður.
Tey standa bæði til afturval, um vit skulu trúgva tveimum veljarakanningum, sum eru gjørdar í sambandi við Fólkatingsvalið.
Sjúrður Skaale er valdur fýra ferðir á Fólkating. Fyrstu ferð í 2011, síðani í 2015 í 2019 og í 2022.
Anna Falkenberg varð fyrstu ferð vald á ting á seinasta vali í 2022.
Verða tey bæði afturvald, so er tað fyrstu ferð síðani 1981, at somu fólkatingsumboð eru afturvald. Hetta er 14. fólkatingsvalið síðani 1981.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##

















