Skálamenn eru á veg úr Klaksvík við røttum ryggi

Meistararnir megnaðu ikki at bróta verjugarðin hjá skálamonnum, sum fyri fjórðu ferð á rað vóru partur av javnleiki

Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið uppflytararnir av Skála í góðveðrinum seinnapartin vóru gestir hjá meistarunum í Klaksvík.

 

Hetta er fjórða ferðin á rað, at uppflytararnir á Skála vinna úrtøku. Allar fýra ferðirnar er tað endað javnt, og harvið bíða skálamenn framvegis eftir fyrsta sigrinum. Men at hava eitt stig við sær úr Klaksvík er framúr úrslit hjá Skála.

 

Hjá KÍ er tað stórt vónbrot ikki at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti uppflytara. Úrslitini siga tað, sum eisini í dag sást á vøllinum. Tað er stórur munur á KÍ liðnum, sum í fjør vann bæði landskappingina og steypakappingina og KÍ liðnum, sum nú stríðist fyri at vera við í kappingini um fremsta plássið.

 

Higartil hevur KÍ vunnið fýra dystir og fýra ferðir spælt javnt.

 

Í dag var liðformaðurin Jákup B. Andreasen ikki á listanum, og tað var øgiliga lítil broddur í álopsspælinum. Uppstillingin við bæði Deni Pavlovic og Hampus Nesstrøm á verjukenda sentrala miðvøllinum boðaði frá, at tað snúði seg meiri um at verja javnleikin enn at spenna álopsbogan.

 

At tað ikki eydnaðist KÍ at fáa mál og vinna ber eisini boð um tað, sum hevur verið at sæð mest sum í øllum dystunum higartil í ár. Tað er, at uppflytararnir á Skála eiga fínt lið. Verjan við Jákupi Jakobsen sum skipara, er framvegis væl skipað, og Hans Jákup Arngrímsson er fínur málverji.

 

Og aftur í dag bjóðaði skálamenn av í álopspartinum. Simon Jørgensen og hini fótfimu og hugflogsríku har frammi vóru onkrar ferðirnar í góðum støðum, og eftir horna úr høgru rakti teir í tvørtræið.

 

Sum seinni hálvleikur leið, gekk tað alt meiri fyri seg í og kring brotsteigin hjá Skála, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð sást tað væl, at heimamenninir vóru vónbrotnir, meðan skálamenn vóru nøgdir við at vinna eitt stig.