7.000 áskoðarar vóru møttir kring leikvøllin í Lyngby fyri at síggja heimaliðið staðfesta uppflytingina til donsku superliguna.
Lyngby kundi við sigri á liðnum hjá Poul Kallsberg og Pætur J. Petersen, Hillerød tryggja sær uppflytingina til bestu deildina.
Men tá klokkan vísti 90 minuttir spilti Poul veitsluna hjá stóru heimafjøldini, tá hann skoraði sigursmálið til 2-1 til Hillerød. Tobias Arndal hevði eina góða sending til Poul, ið tók av og beindi bóltin í málið. Poul var á vøllinum teir seinastu 20 minuttirnar av dystinum. Pætur fekk ikki spælitíð í dag.
Lauge Sandgrav fekk Lyngby á sigur- og uppflytingarkós í 21. minutti. 12 minuttir seinni javnaði Hakim Sulemana til 1-1.
Lyngby er fremst í deildini við 54 stigum. Hillerød er nummar tvey við 46 stigum. Hvidovre hevur 45 stig á triðja plássinum, og liðið hjá Adrian R. Justinussen, AC Horsens hevur 44 stig á fjórða plássinum.
Komandi leygardag klokkan 13 verður føroyingauppgerð, tá AC Horsens tekur ímóti Hillerød á Hybel Arena leikvølinum í Horsens.











