Lógarppskot var á gáttini, men hvarv, tá løgtingsvalið varð útskrivað. Nýggi landsstýrismaðurin lovar at taka málið uppaftur
– Vit fingu hol á málið um at skipa eina skaðanevnd undir seinastu samgongu. Vit sluppu at gera forarbeiðið, sum endaði við uppskotinum um eina skaðanevnd, sum fór til hoyringar 15. januar í ár
Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, í logri samrøðu í Sosialinum. Ferðslutrygd hevur í okkurt um eina fjórðingsøld hevur arbeitt við at sannføra politikarar um, hvussu skilagott tað er at seta eina skaðanevnd at kanna og greina allar álvarsamar ferðsluvanlukkur, har fólk doyggja ella fáa álvarsligan skaða.
Best sum málið var so væl í gongd, uppskotið var skrivað og sent til hoyringar 15. januar í ár við eini hoyringsfreist til 5. februar, so skrivaði løgmaður út nýval, og tá so er, so fella øll mál, sum ikki eru avgreidd í Løgtinginum, burtur.
– Vit hava havt fund við nýggja landsstýrismannin á økinum, Jacob Vestergaard, har vit hava greitt hon frá, hví vit halda hetta vera so sera umráðandi at fáa framt, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.
Hon sigur, at landsstýrismaðurin ljóðaði positivur, hóast hann við Dimmalætting hevur sagt, at hann ikki er fyri at seta eina skaðanevnd.
– So vit gera nú enn eina roynd at vita, um tað ber til at koma ígjøgnum á onkran hátt við hesum eftir summarfrítíðina, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.
Hon sigur, at Jacob Vestergaard segði teimum, at um hetta var eitt so stórt ynski hjá Ferðslutrygd, so skuldi hann leggja seg í buktina og forða teimum tað.
Stjórin í Ferðslutrygd vísir á, at tey hava gjørt eitt sera stórt og grundleggjandi arbeiði fyri at hendan skaðanevndin skal fylla so lítið og ikki vera eitt tungt byrokratiskt organ, sum landsstýrismaðurin og onnur við honum kanska eru bangin fyri.
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.











