Seinnapartin leiktu liðini, ið hava vunnið seg beinleiðis til FM-hálvfinalurnar í SMS-deildini, H71 og Kyndil seinasta dystin í grundspælinum. Undan dystinum var greitt, at Kyndil hevði vunnið grundspælið og H71 endaði á øðrum plássinum.
Dysturin í Hoyvíkshøllini endaði við javnleiki 31-31. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan 15-15. Sára Berg á Lag hjá H71 javnaði til støðuna 31-31 beint undan dystarloki.
Við sjey málum var Karina Debes Heinesen toppskjútti hjá H71. Turið Arge Samuelsen var aftur toppskjútti hjá Kyndli í dag. Hesaferð við 12 málum.
Týskvøldið klokkan 19 spæla VÍF og EB FM-fjórðingsfinalu í høllini í Vestmanna. Mikukvøldið klokkan 19 spælir Neistin FM-fjórðingsfinalu móti Stjørnuni í høllini á Hálsi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og Kyndil, umframt endaligu støðuna í grundspælinum:
##med2##
##med3##













