Sølan av per­són­bil­um mink­aði 30 prosent

Sølan av nýggjum persónbilum kramlaði niður í februar í ár í mun til februar í fjør

Tað vísir uppgerðin hjá Akstovuni, sum hevur uppgjørt tølini fyri ársins fyrstu tveir mánaðir.

Tilsamans er afturgongdin í skráseting av nýggjum akførum 6 prosent.

Fyrstu tveir mánaðirnar í fjør vórðu skrásett 94 nýggj akfør í mun til 66 sama tíðarskeið í ár.

Afturgongdin er serliga í februar mánaði. Tí meðan skrásett vórðu 70 nýggj akfør í februar í fjør, so var talið bara 45 í februar í ár. Tað er ein afturgongd upp á 25 ella 36 prosent.

Fyri ársins fyrstu mánaðirnar er afturgongd í søluni av persónbilum 29,79 prosent.

Tilsamans er skrásetingin av øllum akførum í Føroyum ársins fyrstu tveir mánaðirnar farin úr 151 niður í 142. Ein afturgongd upp á 9 akfør svarandi til 5,96 prosent.

 

##med2##