-Talan er um pallist, tá hon er allarbest. Soleiðis stendur í einum af fleiri hugtiknum ummælum av Tjekhov-klassikaranum, Onkel Vanja, sum í løtuni verður leiktur á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn við føroyska sjónleikaranum Sofíu Nolsøe í einum høvuðsleikluti. Hjá føroyskum leiklistafjepparum, sum kanska sakna at uppliva klassikarauppsetingar, ber til at fara til danska høvuðsstaðin fram til 8.mai at síggja leikin við framúrskarandi sjónleikaranum Nicolas Bro í høvuðsleiklutinum.
Hetta skrivar Kinna Poulsen á listaportal.com.
Meira sæst her: Sofía Nolsøe við í fagnaðari Tjekhov-uppseting — Listaportal










