Iran International, ið er ein tiðindamiðil, sum verður rikin í útlegd, veit í kvøld at siga, at sonur Ali Khamenei, nevndur Mojtaba Khamenei, verður nýggjur andaligur leiðari í Iran.
Tíðindamiðilin, sum heldur til í London, skrivar á X, at útnevningin er gjørd av tí, sum rópt verður Serfrøðingaráðnum í Iran - undir stórum trýsti frá iransku kollveltingarhirðuni.
- Serfrøðingaráðið hevur sum uppgávu at útnevna, hava eftirlit við og møguliga siga úr starvi ovasta leiðaran í Iran.
Iran International, veit at siga, at Mojtaba Khamenei er 56 ára gamal og hevur verið roknaður sum ein møguligur avloysari eftir pápan.
Lesið eisini:
Ayatolla Ali Khamenei er deyður - https://www.in.fo/news-detail/ali-khamenei-er-deydur











