Leygardagin vóru 10 HM-undankappingardystir leiktir kring Evropa.
Vit hava her úrslitini, málskjúttarnar, støðurnar í bólkinum, og leikskránna fyri seinasta umfarið í undankappingini.
Bólkur B:
Sveis-Svøríki 4-1 (1-1)
1-0 Breel Embolo ('12 )
1-1 Benjamin Nygren ('33 )
2-1 Granit Xhaka, br. ('60 )
3-1 Dan Ndoye ('75 )
4-1 Johan Manzambi ('90 )
Slovenia-Kosovo 0-2 (0-1)
0-1 Fisnik Asllani ('6 )
0-2 Zan Karnicnik ('64 )
Sveis hevur 13 stig og málmunin pluss 12. Kosovo hevur 10 stig og málmunin pluss eitt. Slovenia hevur trý stig, og Svøríki er aftast við einum stigi.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Kosovo-Sveis og Svøríki-Slovenia. Kosovo má vinna á Sveis við seks málum fyri at taka fyrsta plássið frá teimum.
Bólkur C:
Danmark-Belarus 2-2 (1-0)
1-0 Mikkel Damsgaard ('11 )
1-1 Valeri Gromyko ('62 )
1-2 Nikita Demchenko ('65 )
2-2 Gustav Isaksen ('79 )
Grikkaland-Skotland 3-2 (1-0)
1-0 Anastasios Bakasetas ('7 )
2-0 Konstantinos Karetsas ('57 )
3-0 Christos Tzolis ('63 )
3-1 Ben Doak ('65 )
3-2 Ryan Christie ('70 )
Undan seinasta leikumfarinum hevur Danmark 11 stig, og Skotland hevur 10 stig. Danmark kann tí við javnleiki móti Skotlandi tryggja sær fyrsta plássið, men treytirnar høvdu verið munandi betri um Danmark hevði vunnið á Belarus. Grikkaland hevur seks stig á triðja plássinum, og Belarus er aftast við bert einum stigi.
Í seinasta leikumfarinum týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Skotland-Danmark og Belarus-Grikkaland.
Bólkur E:
Georgia-Spania 0-4 (0-3)
0-1 Mikel Oyarzabal, br. ('11 )
0-2 Martin Zubimendi ('22 )
0-3 Ferran Torres ('34 )
0-4 Mikel Oyarzabal ('63 )
Turkaland-Bulgaria 2-0 (1-0)
1-0 Hakan Calhanoglu, br. ('18 )
2-0 sjálvmál ('83 )
Spania hevur 15 stig og málmunin pluss 19. Turkaland hevur 12 stig og málmunin pluss fimm. Georgia hevur trý stig, og Bulgaria er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Spania-Turkaland og Bulgaria-Georgia. Turkaland má vinna á Spania við átta málum fyri at taka fyrsta plássið frá teimum.
Bólkur H:
Kýpros-Eysturríki 0-2 (0-1)
0-1 Marko Arnautovic, br. ('18 )
0-2 Marko Arnautovic ('55 )
Bosnia Hersogovina- Rumenia 3-1 (1-0)
0-1 Daniel Birligea ('17 )
1-1 Edin Dzeko ('49 )
2-1 Esmir Bajraktarevic ('80 )
3-1 Haris Tabakovic ('90 )
Eysturríki hevur 18 stig, og Bosnia Hersogovina hevur 16 stig. Rumenia hevur 10 stig, Kýpros hevur átta stig, og San Marino er aftast við ongum stigi.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis Eysturríki-Bosnia Hersogovina og Rumenia-San Marino. Við javnleiki hevur Eysturríki vunnið bólkin. Bosnia Hersogovina mugu vinna dystin í Wien fyri at tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum.
Bólkur J:
Kasakstan-Belgia 1-1 (1-0)
1-0 Dastan Satpaev ('9 )
1-1 Hans Vanaken ('48 )
Liktinstein-Wales 0-1 (0-0)
0-1 Jordan James ('62 )
Belgia hevur 15 stig, meðan Norðurmakedonia og Wales hava 13 stig hvør. Kasakstan hevur átta stig, meðan Liktinstein er aftast í bólkinum við ongum stigi.
Týskvøldið klokkan 19.45 verður leikt soleiðis: Belgia-Liktinstein og Wales-Norðurmakedonia.
Sama dag klokkan 17 spælir Kasakstan venjingardyst móti Føroyum, nú bæði liðini hava avgreitt allar HM-undankappingardystirnar.











