Stjarnan tapti aftur

Tað gongur illa hjá Natasju Hammer og liðfeløgunum at koma av aftasta plássinum

Natasja Hammer ger sítt, og hon hevur skotið nógv mál í dystunum Stjarnan hevur leikt í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. Men tað gongur illa hjá Stjörnuni at koma av aftasta plássinum í deildini.

 

Í kvøld tapti Stjarnan á heimavølli greitt 26-36 (12-18) fyri ÍBV. 

 

Natasja var við fimm málum triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. 

 

Stjarnan er aftast í deildini við bert einum stigi fyri níggju dystir.

 

13. desember verður útidystur móti verandi meistarunum, Vali á skránni.