Eysturkommuna bjóðar nú út grundøkir til bústaðar- og vinnubygging á havnarøkinum í Leirvík.
- Partar av matr. nr. 169a á havnarøkinum í Leirvík, sum fevnir um tilsamans sjey grundøkir verða nú boðin út til leigu og at byggja á.
Í kommununi vísa tey á, at grundøkini hava fjølbroyttar nýtslumøguleikar.
- Økið liggur í einum C2-øki sambært byggisamtyktini, sum merkir, at økið er ætlað til fjølbroytta nýtslu, eitt nú:
* Bústaðir
* Bústovnar
* Handil
* Skrivstovuvirksemi
* Lættari vinnu
- Hetta gevur góðar møguleikar at menna eitt fjølbroytt øki við bæði bústaðum og vinnu, siga tey í kommununi.
Víst verður á, at leigan fyri grundøkini er galdandi leigukostnaðurin hjá Eysturkommunu, núverandi kostnaðurin er 17 krónur fyri fermeturin um árið, umframt mvg.
- Hvørt grundøki skal hava sítt matrikulnummar, og kommunan setir treyt til vídd og hædd á bygningunum, og hvussu tey verða staðsett á havnarøkinum.
Í Eysturkommunu siga tey, at uppskot er gjørt sum lýsir byggingina.
##med2##
- Tilfar um byggingina fæst við at venda sær til Sp/f Sókn Advokatar, Jekaragøta 10, Tórshavn, teldupostur sokn@sokn.fo
Lagt veðrur aftrat, at áhugaði kunnu søkja um grundøki við at senda umsókn til Sp/f Sókn.
- Hvør umsøkjari kann bert fáa tilluta eitt grundøkið. Hjún verða at roknað sum ein umsøkjari. Umsøkjarar skulu vera búsitandi í Eysturkommunu.
Freistin at søkja er hin 1. mai 2026.












