Ein spreinging hevur verið umborð í einum suðurkoreanskum skipi nærindis Hormussundinum.
Ógreitt er í løtuni, um skipið hevur verið fyri álopi - ella um aðrar orsøkir eru til spreingingina.
Sagt verður, at skipið hevur ligið fyri akkeri nærindis Hormussundinum.
Spreingingin var í maskinrúminum.
Myndugleikarnir í Suðurkorea kanna nú, um orsøkin til spreingingina var eitt álop ella ei.
Hetta skrivar tíðindastovan NTB seinnapartin í dag.











