Starvsdagarnir, sum vórðu hátíðarhildnir, vóru fyri ávikavst 35, 30, 20 og 15 ár í starvi.
- Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir.
Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi.
Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini í kommununi, handaði gávur, og síðan sang Magni Christiansen nakrar sangir.
Starvsdagarnir vóru hesir:
35 ára starvsaldur (Hervør Dahlbergsdóttir)
35 ára starvsaldur (Katrina Müller)
30 ára starvsaldur (Sigrid Petersen)
20 ára starvsaldur (Elin Jensdóttir)
20 ára starvsaldur (Sarita Funn)
15 ára starvsaldur (Joan Jacobsen)
Røðan, sum Sára Jógvansdóttir helt við høvið, kann lesast um heimasíðuna - www.vestmanna.fo
##med2##











