96 ára gamla, Eva Schloss, sum yvirlivdi týningarleguna í Auschwitz og seinni gjørdist stjúksystur Anne Frank, er deyð.
Tað veit Verdens Gang at siga, og heimasíðan vísir til The Guardian.
Sambært ávísini hevur Charles, kongur, víst sína samkenslu við deyða hennara. Kongur hitti Evu Schloss í 2022, tá hann vitjaði jødisku samfelagsstøðina í London.
- Kona mín og eg harmast deyða Evu Schloss, sigur kongur sambært ávísini.
Kongur vísir á, at ræðuleikarnir, sum hon upplivdi sum ung kvinna, kunnu ikki skiljast, og kortini vígdi hon restina av sínum lívi til stríðið móti hatri og fordómum.
Eva Schloss vaks upp í Wien undir navninum, Eva Geiringer, og hon hitti Onnu Frank, tá familjan flutti til Amsterdam.
Eftir kríggið giftist mamma Evu við pápa Onnu Frank, sum kallaðist Otto Frank, og soleiðis gjørdist Eva Schloss stjúksystir Onnu Frank.
##med2##
Í mai í 1944 - á sínum 15 ára føðingardegi - varð Eva handtikin saman við familju síni og send til Auschwitz.
Eva Schloss og mamman yvirlivdu, men pápin og beiggin doyðu í leguni.
Í 1953 gifti mamma Evu seg við pápa Onnu Frank, Otto Frank, og soleiðis gjørdist Eva stjúksystir Onnu Frank.
Verdens Gang veit at siga, at Eva Schloss flutti til Onglands, og hon búði í London í fleiri enn sjeyti ár.












