Stoltenberg hittir Biden í USA í kvøld

Hesa vikuna vitjar Nato-aðalskrivarin í USA og Kanada, og í kvøld skal hann hitta amerikanska forsetan í Hvítu Húsunum.

Fundurin millum Stoltenberg og Biden er bert fáar vikur fyri Nato-toppfundin í amerikanska høvuðsstaðnum, har væntandi er, at bæði stuðul til Ukraina og verjan í limalondunum verður á skránni.

 

Fyrr í dag segði Jens Stoltenberg, at 20 av 32 limalondum í Nato nú røkka málinum um at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna. Tað er tvífalt so nógv lond, sum fyri fimm árum síðan.

 

Sambært tíðindastovuni AFP fer Jens Stoltenberg at fortelja amerikanska forsetanum, at skjótt fara 23 lond røkka málinum.

 

- Nato-lond hava økt verjuútreiðslurnar við 18 prosentum. Tað er størsta øking í fleiri ára tíggjur, sigur Nato-aðalskrivarin.

 

Jens Stoltenberg sigur, at neyðugt er við langtíðar stuðli til Ukraina, og aðalskrivarin hevur áður heitt á verjusamgonguna um at binda seg til at lata Ukraina í minsta lagi 40 milliardir evrur um árið.

 

Nato-aðalskrivarin sigur seg vóna og vænta, at limalondini í Nato fara at semjast um stuðulin til Ukraina á komandi Nato-toppfundi, sum verður í USA.