Stór oljudálking í Eystaru Vág undir bunkring

Millum 1.600 og 2.000 litrar av olju runnu seinnapartin í gjár á sjógv í Eystaru Vág í Havn undir bunkring av einum fiskiskipi.

Løgreglan upplýsir, at talan var um eitt óhapp, sum hendi, meðan skipið bunkraði.

 

Málið verður nú kannað nærri, og sambært løgregluni verður ábyrgdin vanliga løgd á tann, sum hevur ábyrgdina av bunkringini. Tað kann vera skiparin, maskinmeistarin ella annað fólk úr manningini.

 

Bøturnar fyri oljudálking eru høgar. Vegleiðandi er bótin 250.000 krónur, tá 1.000 litrar fara á sjógv. Tá talan er um størri nøgd, verður bótin samsvarandi hægri.

 

Umframt bótina skal dálkarin eisini rinda útreiðslurnar av at rudda dálkingina upp. Er talan um tilætlaða dálking ella grovt ósketni, kann revsingin verða nógv strangari, í ringasta føri upp til tvey ára fongsul.