Í áheitanini hjá ukrainum á Noregi um at leggja hald á russiska skipið, Professor Moltsjanov, sum liggur í Barentsburg á Svalbard, verður eisini kravt, at skipið verður selt.
Í áheitanini hjá norskum tingrætti á myndugleikarnar á Svalbard um at leggja hald á skipið, framgongur eisini, at Russland fekk einki at vita, fyrr enn tøkan varð framd.
Hetta vísa skjøl, sum www.tv2.no hevur fingið innlit í.
Tað er almenna ukrainska orkufelagið, Naftogaz, sum er stórframleiðari av olju og gassi, ið hevur biðið um, at hald verður lagt á skipið.
Felagið hevur saksøkt Russland í norsku rættarskipanini, eftir at felagið í ávavís hevur krav endurgjald frá russiskum myndugleikum fyri virðir, sum russar løgdu hald á, tá landið tók Krim-hálvoynna frá Ukraina í 2014.
Á rættarfundi í Noregi, har umboð fyri Ukraina vóru, varð grundgivið fyri ikki at siga russum frá frammanundan.
- Vandi var nevniliga fyri, at skipið fór at sigla úr norskum sjógvi, og soleiðis fór tað at gerast ómøguligt at leggja hald á Professor Moltsjanov, veit www.tv2.no at siga.
Enn er støða ikki tikin til tvingsilssølu av skipunum, tí her vil norska rættarskipanin fyrst bíða eftir, hvørjar viðmerkingar russiskir myndugleikar hava til eina møguliga sølu.
Tað var sýslumaðurin á Svalbard, sum eftir áheitan frá norsku rættarskipanini legði hald á russiska skipið.
Barentsburg, har Professor Moltsjanov nú liggur, er russiski námsbýurin á Svalbard.
Russiski forsetin, Vladimir Putin, er í øðini um, at norskir myndugeikar hava lagt hald á skipið, og sambært AP-tíðindastovuni rópar hann atgerðina "statsterrorismu".










