Stóri kappingarneytin hjá Mattiasi vendir heimaftur

Nú fær føroyski landsliðsmálverjin aftur harða kapping

Higartil í hesum kappingarárinum í donsku superliguni hevur Mattias H. Lamhauge vart málið hjá FC Fredericia. Mattias misti plássið nakrar dystir til enska málverjan, Etienne Green við kappingarbyrjan, men hevur annars vart málið.

 

Men nú fær Mattias aftur grótharða kapping um plássið millum stengurnar. 

 

Valdemar Birksø, ið vann kappingina um málmansplássið móti Mattiasi farna kappingarár, vendir heimaftur til Fredericia eftir bert eitt hálvt ár í Noregi, har hann var partur av hópinum hjá Fredrikstad, tó uttan at fáa nevniverda spælitíð í bestu norsku deildini.

 

Valdemar Birksø, ið var ársins leikari hjá Fredericia farna kappingarár sigur við bold.dk, at hann gleðir seg at sleppa at royna seg í donsku superliguni. Seinast hann royndi seg í felagnum var talan um kappingárið í næstbestu deildini, tá teir vunnu sær uppflyting til bestu deildina. 

 

Hópurin hjá Fredericia hevur fyrstu venjingina í hesum árinum í dag. 

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Fredrikstad FK