Eingi gøtuljós vóru undir streymslitinum mánanáttina á Kuba, har einastu ljós í gøtunum vóru ljós á motorsúkklum og bilum. - Mynd: Norlys Perez/Reuters

Streymurin kemur aftur á Kuba eftir streymslit

Streymurin varð aftur í fleiri økjum á Kuba í dag, eftir at eitt landsumfatandi streymslit rakti karibisku oynna mánadagin, skrivar elfelagið á Kuba, UNE, skrivar Reuters.

Eingi gøtuljós vóru undir streymslitinum mánanáttina á Kuba, har einastu ljós í gøtunum vóru ljós á motorsúkklum og bilum. - Mynd: Norlys Perez/Reuters

Alt fólkatalið á Kuba - umleið tíggju milliónir fólk - varð rakt av streymslitinum.

Elnetið er endurreist í vestara, mið- og eystara parti av Kuba.

Kuba hevur havt trupult við at varðveita støðuga elframleiðslu, síðani USA stongdi oljuveitingina úr Venesuela til Kuba.

Amerikanskar herdeildir gjørdu innrás í Venesuela í januar og tóku táverandi forsetan í landinum, Nicolas Maduro, og flugu hann til USA.

Eingin olja er innflutt til Kuba síðani 9. januar.

 

/Ritzau/

 

Eingi gøtuljós vóru undir streymslitinum mánanáttina á Kuba, har einastu ljós í gøtunum vóru ljós á motorsúkklum og bilum. - Mynd: Norlys Perez/Reuters