Arbeiðsvikan skal styttast niður í 37 tímar, og nú er tað uppá tíðina. At stytta arbeiðsvikuna er framvegis eitt kjarnumál fyri meg, og hesaferð skal tað eydnast.
Arbeiðsvikan hevur verið 40 tímar í góð 40 ár, og nú skal hon styttast niður í 37 tímar.
Við eini arbeiðsviku á 37 tímar verður tað høgligari at sameina familju- og arbeiðslív, at hava eina meiningsfulla frítíð og at fáa ta lívsneyðugu hvíldina. Hendan javnvág er lívsviktig, fyri ikki at fáa strongd, sum longu rakar alt ov meint í dagsins samfelag.
Stóra trotið á starvsfólki á vælferðarøkinum er nógv umrøtt. Ofta arbeiða hesi starvsfólk niðursetta tíð, tí arbeiðsdagurin er ov langur. Og er arbeiðið í skiftandi vaktum, er ikki lætt at røkka teimum 40 tímunum hvørja viku. Hetta hevur alvorligar avleiðingar fyri pensjónina og fyri lívsinntøkuna.
X við Javnaðarflokkin
Kristianna Winther Poulsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið










