Løgreglan fekk í gjár fráboðan um, at tríggir mans høvdu stolið tríggjar súkklur uttan fyri Hotel Brandan í Havn í gjár. Løgreglan fekk fatur á súkklutjóvunum, sum verða skuldsettir fyri brúskstuldur.
Ein teirra fekk harafturat bót fyri brot á skilhaldsreglarnar, tí hann ikki dugdi at uppføra seg ordiligt.
Løgreglan hevur fingið fatur á í øllum førum tveimum av súkklunum, sum eru latnar eigarunum aftur.










