Súna skoraði og legði upp til 11 mál

Skanderborg vann týdningarmiklan sigur á útivølli

Landsliðsleikarin, Súna Krossteig Hansen er í einari ógvuliga góðari gongd.

 

Í kvøld vunnu hon og liðfelagarnir í Skanderborg ein sera týdningarmiklan 31-28 sigur á EH Aalborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13.

 

Súna var saman við Cecilie Specht toppskjútti hjá Skanderborg. Tær skutu seks mál hvør. Súna legði eisini upp til fimm mál (assist).

 

Í summar skiftir Súna til montenigrianska stórfelagið, ZRK Buducnost. Talan er um ein eitt ára sáttmála fyri fyrst. 

 

Sigurin lyftir Skanderborg av aftasta plássinum. Skanderborg er næstaftast í deildini við fimm stigum. Bjerringbro er aftast við somuleiðis fimm stigum, men við verri málúrtøku.

 

Í annaðkvøld klokkan 18 hava Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens dyst á heimavølli móti Bjerringbro. Somu klokkutíð byrjar føroyingauppgerðin millum liðini hjá Janu Mittún og Rakul Wardum, Viborg og Ringkøbing í BIOCIRC Arena í Viborg. Klokkan 18.30 byrjar dysturin hjá Maritu Mortensen og liðfeløgunum í HØJ móti Keypmannahavn.