Tap í fyrsta dystinum hjá Mattiasi fyri Strømsgodset

Strømsgodset spældi í dag móti einum liði úr Ukraina

Mynd: Strømsgodset IF

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset eru í hesum døgum í Marbella í Spania.

 

Seinnapartin var venjingardystur á Marbella Football Center, har Strømsgodset spældi venjingardyst móti Polissya Zhytomyr, ið spælir í bestu ukrainsku fótbóltsdeildini.

 

Polissya Zhytomyr vann dystin 2-1. Í steðginum var tað tó Strømsgodset, ið var á odda 1-0. 

 

HER ber til at síggja og hoyra eina samrøðu við Mattias um ta fyrstu tíðina í Strømsgodset: https://www.facebook.com/reel/1002413215622679

 

 

 

Mynd: Strømsgodset IF