Tey umrøddu millum annað tey norðurlendsku samstørv, sum Tórshavnar kommuna hevur, og hvussu Norðurlandaráðið kann hjálpa og stuðla kommununi í at styrkja og skapa nýggj norðurlendsk samstørv.
“Vit vilja fegin menna og styrkja samstarv hjá Tórshavnar kommunu við øll Norðurlond, og her kann Norðurlandaráðið eisini spæla ein leiklut, ikki minst nú Føroyar hava fingið fastan sess í formansskapinum hjá ráðnum. Eg ivist heldur ikki í, at kommunurnar kunnu hjálpa Norðurlandaráðnum at røkka teimum málum, sum ráðið setir sær”, sigur Elsa Berg, borgarstjóri.
Tann 1. januar í ár kom broyting í viðtøkunum hjá Norðurlandaráðnum í gildi, soleiðis at Føroyar, Grønland og Áland nú hava fastan sess í formansskapinum hjá ráðnum. Tað merkir, at føroysku tingfólkini í Norðurlandaráðnum nú hava javnbjóðis rættindi í parlamentariska norðurlendska samstarvinum.
“Tað er ein góð avgerð at hava øll londini umboðað. Hetta fer at gera arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum lættari og styrkir eisini ráðið. Vit eru øll samd um, at tað eru átta lond og ikki fimm lond í ráðnum,” sigur Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum.
Eiga at samstarva meira við kommunurnar
Norðurlandaráðið er í høvuðsheitum ein felagsskapur á landspolitiskum stigi, men Ville Väyrynen heldur ikki, at tað skal vera nøkur forðing fyri, at ráðið ikki eisini kann hava gott samband og samstarv á kommunalum stigi.
“Eg haldi, at sambandið millum Norðurlandaráðið og kommunurnar kundi verið betri, og hetta umrøddu vit eisini á fundinum við borgarstjóran. Vit eiga at hava meira og betri samstarv við kommunurnar eisini,” sigur Ville Väyrynen, forseti í Norðurlandaráðnum.
Finnland hevur nú forsetaskapin, sum skiftir árliga millum Norðurlondini, og hetta er fjórða árið á rað, at forsetin í Norðurlandaráðnum vitjar og hevur fundir í Føroyum.
##med2##
Elsa Berg, borgarstjóri, og Kristina Háfoss, stjóri í Norðurlandaráðnum












