Svensk Jas Gripen eftir russiskum stríðsflogførum

Eftir at Russland leyp á Ukraina, hevur støðan í Eystursjónum verið rættiliga spent

Tvey svensk stríðsflogfør av slagnum, Jas 39 Gripen, vórðu í gjár send á veingirnar, tá tvey russisk stríðsflogfør yvir Eystursjónum nærkaðust svenskum loftrúmi.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, kallar afturvendandi russiska aktivitetin í økinum álvarsligan, og skrivar á X, at neyðugt at vera árvakin hvønn einasta dag.

 

Í tíðindaskrivi sigur svenska verjan, at hendingin við russisku stríðsflogførunum var fríggjadagin.

 

Saman við tveimum svenskum Jas 39 Gripen, varð eisini eitt danskt stríðsflogfar sent á veingirnar í sambandi við hendingina.

 

Svenska verjan vil ikki siga, hvussu nær russisku stríðsflogførini vóru svenskum loftrúmi, men leggur aftrat, at flogførini gjørdu seg ikki inn á svenskt loftrúm.

 

Eftir at Russland leyp á Ukraina fyri meira enn fýra árum síðan, hevur støðan í Eystursjónum verið rættiliga spent.