TAÐ GER MUN HVØNN VIT VELJA Á TING

Í dag havi eg verið á fundi í Umboðsráðnum hjá Betri samtakinum. Eg hevði við mær tvey uppskot um broytingar í viðtøkunum at leggja fyri komandi aðalfund.

 

Uppskot 1 gekk út uppá, at allir kundar skulu javnsetast, tá atkvøðast skal til umboðsráðið, tvs. allir kundar fáa eina atkvøðu, og ikki sum í dag, hægri tryggingargjald gevur fleiri atkvøður.

 

Uppskotið varð sett fram fyri at gera felagið meira demokratiskt.

 

Uppskot 2 var at broyta viðtøkurnar soleiðis, at um felagið verður upployst, skulu virðini latast Føroya Landstýri.

 

Uppskotið varð sett fram fyri at forða fyri, at tær uml. 5 milliardir krónurnar, ið er virðið á felagnum í dag, verða deildar millum teir limirnar, ið hava goldið tryggingargjald síðan 2021. Eitt felag, ið er sett á stovn í 1940, og sum allir føroyingar í fleiri ættarlið hava verið við til at bygt upp.

 

Seinna uppskotið er í veruleikanum eitt verju-uppskot! Uppskotið ásetir gott nokk hvat hendir, um felagið verður upployst, men endamálið er nettup at forða fyri, at tað verður upployst eftir galdandi viðtøkum, og at virðini enda á fáum hondum.

 

Verður felagið upployst eftir viðtøkunum í dag, so fella helst 2,5 milliardir krónur í lumman hjá teimum stóru fyritøkunum í Føroyum og teirra útlendsku eigarum. Hetta havi eg skrivað meira um her:

 

https://lesarin.fo/#/articles/privatkundin-og-foroyska-samfelagid-verda-snytt-upp-um-baedi-oyru-i-spaelinum-um-limakronir

 

Uppskot 1 fall við 6 atkvøðum fyri og 28 ímóti. Uppskot 2 fall við 7 atkvøðum fyri og 27 ímóti.

 

Tað ger mun hvønn vit velja á ting. Um uppskotini blivu sett fram fyri einum ári síðani, so var helst bert tann eina atkvøðan fyri broytingunum. Í dag eru vit fleiri limir í Umboðsráðnum, ið taka hetta í álvara.

 

Hetta vísur eisini, at tað er sera týdningarmikið, at vit velja fólk á ting, ið vilja verja ognirnar hjá fólki og tjóð.

 

Gott val øll somul.

 

Fyri teg, meg og Føroyar

 

Vel Kim Hansen

 

Vel Tjóðveldi