Valur vann fyrstu fjórðingsfinaluna

Longd leiktíð mátti til

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali hava fyrimunin í fjórðingsfinaluuppgerðini móti HK úr Kópavogi.

 

Í fyrstu fjórðingsfinaluni í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík mátti longd leiktíð til áðrenn Valur knógvaði ein 42-38 sigur. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 31-31.

 

Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 4:2, 6:5, 11:11, 13:13, 17:16, 21:20, 21:23, 26:28, 28:30, 31:31.36:35, 42:38.

 

Bjarni skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og Allan skoraði trý mál upp á fimm málroyndir.