Tær úr Kollafirði vóru knáar í endaspurtinum

5-mannafør gentur 17 – 18 ár: Stóri spenningurin var um næstfremsta plássið

Kjósin úr Kollafirði varð roknað at vera stórfavorittur at vinna henda róður. Tað komst av, at manningin er tann sama, sum hon var í fjør, tá ið Kjósin var suverenur FM vinnari.

 

Kjósin vann í dag, og tá ið teir fýra bátarnir fóru um málið, var talan um greiðan sigur, tí tað vóru millum seks og sjey sekund frá Kjósini og aftur til Spógvan, sum vann sera spennandi kapping um næstfremsta plássið við Títling.

 

Størsta partin av 1000 metra teinin var tað tætt og spennandi. Tað kann bera boð um, at bæði Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag og kanska eisini Roydin Fríða hjá vágbingum seinni í summar kunnu fara at blanda seg í kappingina um heiðursmerki og møguliga sigrar.

 

Merkisvert var tað annars, at tað í hesi kappingini bara vóru fýra luttakarar.

 

 

 

1 Kjósin 05.26.31

 

2 Spógvin 05.33.08

 

3 Títlingur 05.33.16

 

4 Royndir Fríða